Sólorka

- sum megi, føroyskt grannalag og fyritøka

Fyritøkan
Sólorka er ein føroysk fyritøka, sum er skrásett í Havn og hevur deild í Altea í Spania. Vit eru skipað sum ein føroysk ‘incoming’-fyritøka í Spania. Tað vil siga, at vit senda ikki føroyingar í verðina; vit taka hinvegin ímóti og eru um okkara landsmenn og –kvinnur úti í verðini – í okkara “føroyska” grannalagi í sólini.

Alt og meira afturat
Í Sólorku hava vit valt at leggja okkum eftir innihaldi, trúvirði og góðsku heldur enn at kappast upp á prís. Eyðmjúkliga hava vit hildið okkum kunna seta hesi mál, av tí at vit støðugt eru saman við okkara gestum. Meðan flestu ferðasmiðir liva av at senda fólk út í verðina, liva vit sum nevnt fyri at taka ímóti og vera um føroyingar. Fyri tað, gestir okkara gjalda, miðja vit eftir at veita ALT og MEIRA AFTURAT.

ALT merkir í hesum føri alt tað, sum grundleggjandi krevst, fyri at ein gestur kann gjøgnumføra vitjan sína í Spania: Beinleiðis flúgving millum Vágar og Alicante t/r við mati og drekka umborð, allur neyðugur bussflutningur og gisting í Sólorku við morgundrekka, miðmála og døgurða. Í prinsippinum nýtist ongum at at taka pengapungin fram, frá tí hann fer úr Vágum, til hann lendir aftur har.

MEIRA AFTURAT merkir millum annað støðug atgongd til ráðgeving og vegleiðing um øll hugsandi viðurskifti á føroyskum; móttøka við ókeypis kafé, barr, framløgum, sangi og tónleiki hvørt kvøld klokkan 18; ómakaleys skipan við læknum og sjúkrahúsi umframt telefonvakt á skandinaviskum, um illa vil til á kvøldi ella nátt; og annað mangt.

SER-TÆNASTUR
Sólorka býur eisini serligar viðgerðar-, skúla- og ítróttavitjanir, eins og vit nú eisini eiga og reka bretsku fyritøkuna Premier Sports Holidays.

Sólorku-

leiðslan


TRÓNDUR DJURHUUS, stovnari og stjóri trondur@solorka.com
Føddur í 1958. Útbúgvin journalistur við støðisútbúgving í samfelagsfrøði og altjóða menningarvísindum. Drúgvar leiðsluroyndir úr miðla- og televinnuni umframt hollar royndir innan nýmenning.
UNN HILDUBERG, stovnari og tænastuleiðari unn@solorka.com
Fødd í 1969. Útbúgvin innan bæði skrivstovu- og hotelvirksemi. Harafturat merkonom í altjóða sølu og marknaðarføring. Drúgvar leiðsluroyndir úr hotelvinnuni.
---
Unn og Tróndur búgva í spanska miðjarahavsbýnum Altea.