Treytir, tryggingar otl.



Grundarlag
Føroyar hava ikki eins og grannalondini nakra lóg, sum regulerar sonevndar pakkaferðir. Sólorka metir tað vera rætt at hava viðskiftatreytir, sum eru grundaðar í eini lóg og í samsvari við tað, okkara gestir eru vanir við. Vit hava tí – í samráð við Vinnumálaráðið - valt at hella okkum at teirri donsku lógini og teimum ásetingunum, sum danskir ferðasmiðir brúka. Vit meta hetta at vera tær ásetingarnar, sum flestu føroyingar eru vanir at brúka, tá teir ferðast í hópum. Fyri ikki at gera ásetingarnar longri og tvørligari at lesa, enn neyðug, hava vit bert tikið tær við, sum eru viðkomandi fyri okkum. Tær eru at finna í skrivinum ‘Generellar treytir’ til høgru. Vinarliga les tær væl. Viðvíkjandi gjaldshátti og – freistum, trýst á bláa kubban niðast til høgru.

Egin ábyrgd
Bít merki í, at tú sum gestur hevur ymsar ábyrgdir í sambandi við ferðina. Teirra millum er at møta rættstundis og at vísa eina ávísa atferð. Tað liggur eisini á gestinum sjálvum at hava gyldug skjøl, herundir pass, ferðaskjøl, eventuelt visum otl. Hetta eru alt vanligar ábyrgdir. Tú kanst lesa meira um tær í skjalinum ‘Generellar treytir’ til høgru. Har sært tú eisini freistir fyri at avlýsa ella broyta ferðir.

Tryggingar otl.
Vit mæla staðiliga okkara gestum at hava síni persónligu tryggingarviðurskifti í lagi. Í sambandi við ferðina mæla vit serliga til, at tú teknar eina ferðatrygging.Vit mæla tær eisini til at umhugsa eina avlýsingartrygging (afbestillingsforsikring). Hendan seinna skal bíleggjast, samstundis sum tú bíleggur ferðina, ella í seinasta lagi, tá tú rindar fyrsta gjaldið. Tú kanst avgreiða ferðatryggingina hjá tínum vanliga tryggingarfelag!

treytir

GENERELLAR ÁSETINGAR
OG TREYTIR – trýst á skjalið omanfyri