Súkkling



Eyðun Bærentsen
“Rættiliga góðar rutur og heilt einastandandi góðir súkklu-leiðarar.” – “Veðrið hevur verið gott. Hvat meira kanst tú krevja?” – “Hugsar onkur um at fara uttanlands at súkkla, so skulu tey fara í Sólorku.”

Bergtóra Høgnadóttir
“Hetta hevur verið heilt fantastiska stuttligt.” – “Vit hava havt góðar leiðarar” – “Stuttligt, at man kann súkkla í stuttum ermum og shorts.” – “Hetta hevur verið øgiliga væl givið út, og tað verður neyvan seinastu ferð, at eg royni hetta.”

Marjun Poulsen
“Fólk eru blíð og hjálpsom.” – “Her er lætt at ferðast runt.” – “Veðrið er fantastiskt, vegirnir eru góðir, og ferðslan órógvar ikki.”

Aksel Haraldsen
“Vit hava havt ein fantastiskan túr.” – “Hetta hevur verið eitt sjáldsamt øki at súkkla í.” – “Á einhvønn hátt eitt stórt upplivilsi.”

Gløgt er gestsins eyga

Eitt er, hvat vit í Sólorku sjálv halda um ferðir okkara og umstøðurnar her. Ólíka týdningarmiklari er tað, hvat gestir okkara halda. Útivið 400 føroyingar valdu at vitja okkum í vár, og vit hava fingið eina ørgrynnu av afturmeldingum. Nakrar teirra kanst tú lesa, um tú trýstir á tey ymsu evnini til vinstru.

Við sólorkukvøðu
Unn & Tróndur