Heilsa



Hansina Hansen
“Nú kann eg bæði dansa og ganga gjøgnum trappur. Tað havi eg ikki megnað í nógv ár.” - “Hetta er øðiliga intenst. Men tað er fantastiskt.” – “Og varmin er góður.” – “Hetta er heilsubót. Eg fari aftur í septembur. Tað er heilt vist.”

Bjarni Sørensen
“Eg havi fingið eina heilt ótrúliga hjálp.” – “Eg kundi ikki ganga fyri pínu. Tað er næstan burtur, so eg kann næstan gera tað, sum eg vil í dag.” - Vit hava verið móttikin uppá ein heilt ótrúligan máta.” – “Eg ætli mær heilt vist at koma aftur, um tað liggur fyri.”

Kristianna Sjóvará
“Eg varð sera væl kannað.” – “Hetta var sera gott fyri meg, og eg fekk nógv burturúr.” – “Her er eisini gott samanhald, tá øll møtast, syngja og lurta eftir frásagnum.” – “Fólk eru sera glað og blíð, og vertsparið er fantastiskt.”

Gløgt er gestsins eyga

Eitt er, hvat vit í Sólorku sjálv halda um ferðir okkara og umstøðurnar her. Ólíka týdningarmiklari er tað, hvat gestir okkara halda. Útivið 400 føroyingar valdu at vitja okkum í vár, og vit hava fingið eina ørgrynnu av afturmeldingum. Nakrar teirra kanst tú lesa, um tú trýstir á tey ymsu evnini til vinstru.

Við sólorkukvøðu
Unn & Tróndur