Ítrott

og

rørsla


Spania er eitt av heimsins fremstu ítróttalondum. Í fótbólti hava spaniólar verið bæði heimsmeistarar og europameistarar, og teir eru millum fremstu tjóðir í bæði hondbólti, kurvabólti, tennis og mongum øðrum ítróttagreinum. Spanska veðurlagið er eisini frálíkt til at íðka allar ítróttagreinir tað mesta av árinum – bæði hjá breiddini og elituni.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at planleggja í Spania, um ein ikki er vanur at arbeiða her. Harafturat er stórur gravgangur eftir vøllum, hallum og øðrum ítróttahentleikum, so tað kann vera trupult at sleppa framat teimum. Sólorka samstarvar við sjey stórar ítróttadeplar á Costa Blanca, sum fevna um alla hugsandi ítrótt. Vit hava harafturat hollar royndir í at skipa fyri í Spania og kunnu veita nógvar ymiskar tænastur, eins og vit nú eisini eiga og reka Premier Sports Holidays.

“Sólorka fær 10 av 10 stjørnum fyri alt – uppihjaldið, blíðskapin, fyrireikingina, svimjihøllina og bussflutningin” (Juan Jaime, venjari hjá Ægir)

“Hugsar onkur um at koma uttanlands at súkkla, skulu tey koma í Sólorku.” (Eyðun Bærentsen, súkklari)

Trýst á brosjúruna

“Í tryggum hondum frá komu til fráferð. Sólorka syrgdi fyri øllum, so at vit fingu eina avbera góða venjingarlegu. Vælegnaðir karmar og nógvar góðar upplivingar” (Barbara og Bogi, venjarar hjá Parasport Føroyum)

Premier

Sports

Holidays


Sólorka er ein rættiliga stórur veitari av ítróttavitjanum á Costa Blanca. Umvegis dótturfelag okkara Premier Sports Holidays hava vit á hvørjum ári vitjan av nógvum bretskum ítróttafeløgum og skúlum, sum eru her á venjingarlegu ella til kappingar.

Premier fer sum frálíður eisini at bjóða feløgum og skúlum úr øðrum londum á vitjan. Vit miða soleiðis eftir at byggja eitt altjóða umhvørvi, har eisini føroysk ítróttafólk og –lið kunnu fáa alsamt fleiri spennandi upplivingar.

www.premiersportsholidays.com