Skúlar

og

ungdómur



Sólorka býður skúlaflokkum og øðrum bólkum av ungdómum á vitjan her á spanska Costa Blanca. Vit kunnu seta saman skráir, sum hóska til aldur tykkara og endamálið við vitjanunum.

Her ber til at vitja mong søgulig støð og søvn og nógvar merkisstaðir, ið fevna frá gomlum skansum til fullfíggjaða modellið av heimsins best útgjørda krígsskipi frá 18. øld.

Møguleikarnir fyri eini virknari vitjan eru eisini ótaldir. Tit kunnu sleppa at heinta appilsinir í eini privatari lund og pressa tykkara egna djús. Tit kunnu vitja stóra garðin, har tey ala eina rúgvu av tarvum. Tit kunnu sleppa á flot, at klatra, at royna river-rafting, kajak- ella kanorógving og mangt annað. Tit kunnu eisini dansa og hava tykkara egnu hugnakvøld.

Kanska skaðar tað heldur ikki, at vit her í Sólorku hava oman fyri 300 sólskinsdagar um árið ☺.

Til høgru kunnu tit lesa um árligu námslegurnar, sum vit bjóða á hvørjum vári – antin seint í apríl ella tíðliga í mai. Har finna tit eisini møguleikar fyri flokkar í øðrum aldri.
 





























Árligu

námslegurnar


Tað er vorðið alt meira vanligt, at flokkar enda síni skúlaár saman við eini vitjan uttanlands.

Í Sólorku er ein heilt øðrvísi møguleiki at hugna sær saman – og eisini at læra onnur í sama aldri at kenna.

Á hvørjum vári bjóða vit nú árligu námslegurnar - antin seint í apríl ella tíðliga í mai. Tá taka vit móti einum fullum Airbussi av næmingum, sum koma at hugna sær saman í gaman og álvara – við mentanarligum og sosialum eins væl og kropsligum virksemi.



Aðrir

næmingar og ungdómar


Skúlaflokkar og bólkar í øðrum aldri fara sjálvandi eisini uttanlands at vitja. Teimum, sum hava hug at vitja í Spania, seta vit fegin eina góða skrá saman.

Hetta kunnu vera flokkar ella bólkar, sum ferðast við okkara flogførum. Í øðrum førum kunnu vit hjálpa við at finna lagaligastu flúgvingina.

Trýstið á námslegu-
brosjúruna (2 síður)





Trýstið á ungdóms-
brosjúruna