Megin frá

sólini



Vit kenna hana frá upphitingini av vatni og elframleiðsluni. Sólorkuna. Hon er partur av stóra dentinum, sum heimurin í dag leggur á framleiðsluna av grønari orku.

Orka merkir energi. Á norrønum merkir hon sum sagnorð tað at megna.

Eins og sólorkan hitar vatn og framleiðir el, løðir hon eisini persónligu battarí okkara. Serliga vælgerandi er hon mótvegis føroyingum og øðrum fólkum, sum búgva antin sera norðaliga ella sunnarliga á knøttinum. Og serliga eftir ein langan strævnan vetur.

Tí hava vit stovnað eitt føroyskt grannalag suðuri í sólini og eitt beinleiðis flogsamband millum Vágar og Suðureuropa uttan fyri vanliga háárstíð. Higar kunnu føroyingar leita sær, um teir hava brúk fyri teirri heilsubótini, sum sólin gevur, ella at íðka ítrótt ella okkurt uttanduraítriv – ella bara at taka sær av løttum - hesa tíðina á árinum.

Hvaðani skulu sólskinssøgurnar koma – um ikki undan sólini?


Grannalagið í

Sólini

Bert eittans fet úr Føroyum – sum er beinleiðis flúgving okkara til og úr Alicante – finna tit før-oyska grannalagið í sólini. Tað er í sponsku Altea-víkini á Costa Blanca, sum hevur heilsubesta mikroveðurlagið í heiminum (WHO). Sólorka hevur gott og stabilt veður alt árið. Dagarnir við avfalli eru fáir, og her gerst ongantíð av álvara kalt. Costa Blanca er harafturat bíligasta ferðavinnumálið í øllum Suðureuropa.

Hetta er tí eitt vælegnað stað hjá føroyingum at leita sær heilsubót og at íðka ítrótt og aðrar uttanduraaktivitetir alt árið – ella bara at taka sær av løttum. Grannalagið hevur føroyskar vertir og hjálparfólk ☺