Námslegurnar

2019

 
Áhugin fyri námslegunum er stórur og støðugt vaksandi. Tí taka vit í vár móti tveimum fullum airbussum av skúlanæmingum í ymsum aldri.

Fyrra legan er frá 30. apríl til 7. mai og
Seinna legan er frá 7. til 14. mai

Grundprísurin fyri hvønn luttakara er kr. 6.700,- Við í grundpakkanum er:
  • beinleiðis flúgving millum Vágar og Alicante t/r.
  • okkara egnu bussar millum flogvøllin og Sólorku.
  • gisting í trímans- ella fýramanskømrum á Albir Garden Resort (www.albirgardenresort.com)
  • tríggjar máltíðir um dagin – morgundrekka, miðmála (matpakka) og døgurða íroknað vatn
  • ókeypis atgongd til vatnlandið og uttandura svimjihyljar, venjingarhølið, spøl o.a.
  • felagsskrá og hugnaløtur um kvøldarnar (við professionellari útgerð hjá spf. LjóðTøkni)
  • legusamskipari, hjálparfólk og vegleiðing frá Sólorku hvønn dag 24/7
Harafturat ber til at tekna seg til ymsar útferðir fyri ein lagaligan eykakostnað. Tit fáa meira at vita um hetta, um tit ringja á tlf. 221090. Nágreiniligari kunning og brosjúrur eru HER