Festligt

og

fólksligt

upp á

føroyskan

manér



Grannalag okkara er fyri meðalhampafólk, sum ynskja sær at hava tað bæði stuttligt og hugnaligt undir óformligum umstøðum. Sólorka skal vera festlig og fólkslig heldur enn eyðkend av tómum marglæti. Vit vilja eisini fegnast hava gestir okkara at vera virknar og at njóta umstøðurnar uttandura.

Vit leggja ikki í at vera partur av einum stórbýarmeldri, men vit tíma heldur ikki at hýsa gestum okkara í onkrum tilgjørdum resorti, sum liggur forfjónað onkustaðni úti í óbygdum.

Vit hava tí valt at skipa føroyska grannalagið inni í Albir Garden, sum liggur mitt í hugnaliga og festliga býnum Albir við ta lívligu Miðjarahavs-strondina. Uttan at vera ov fornemt, hevur hetta ”bygdarlagið” alt tað, sum tey flestu okkara ynskja sær á eini ferð sunnanfyri.

Afturat tí spanska fáa vit javnan vitjan av góðum føroyskum tónleikarum á Vagli okkara, og her er altíð eitt ljóðføri at tríva í og nakrar sólorku-sangbøkur at styðja seg til, so vit kunnu stuttleika okkum á tann hátt, sum vit føroyingar duga betur enn nakar annar.


Grannalagið í

Sólini

Bert eittans fet úr Føroyum – sum er beinleiðis flúgving okkara til og úr Alicante – finna tit før-oyska grannalagið í sólini. Tað er í sponsku Altea-víkini á Costa Blanca, sum hevur heilsubesta mikroveðurlagið í heiminum (WHO). Sólorka hevur gott og stabilt veður alt árið. Dagarnir við avfalli eru fáir, og her gerst ongantíð av álvara kalt. Costa Blanca er harafturat bíligasta ferðavinnumálið í øllum Suðureuropa.

Hetta er tí eitt vælegnað stað hjá føroyingum at leita sær heilsubót og at íðka ítrótt og aðrar uttanduraaktivitetir alt árið – ella bara at taka sær av løttum. Grannalagið hevur føroyskar vertir og hjálparfólk ☺