Gjaldsháttur og -freistir



Tað stendur á heimasíðu og brosjúrum okkara, hvat hvør einstakur túrur kostar, og hvat prísurin fevnir um og gevur atgongd til. Bít merki í, at tað kann vera neyðugt hjá tær sum ferðandi at gjalda fyri summar eykatænastur í grannalagnum, eitt nú massasju otl. Bít eisini merki í, at tú sum ferðandi sjálvur mást átaka tær kostnaðin og ábyrgdina av passi, visum (um tú hevur ríkisborgararætt, sum krevur visum til Spania), tryggingum og øðrum tílíkum.

Til ber at gjalda fyri ferðirnar við bankaflyting ella við at gjalda beinleiðis kontant ella við korti, har tú keypir ferðina. Tú skalt í seinasta lagi 7 dagar eftir bílegging gjaldast eitt depositum upp á kr. 2000. Írestandi gjaldið skal verða goldið í seinasta lagi 90 dagar fyri fráferðina. Í báðum førum fært tú fakturu sendandi umvegis ta teldupostadressuna, sum tú hevur upplýst við bílegging.

Bíleggur tú ferðina minni enn 90 dagar, men meira enn 45 dagar fyri fráferðina, skalt tú rinda allan prísin í seinasta lagi 7 dagar eftir bíleggingina. Verður ferðin bíløgd minni enn 45 dagar, men meira enn 14 dagar fyri fráferð, skal allur prísurin verða rindaður innan 48 tímar eftir bílegging. Tú fært tá eina fakturu upp á allan prísin sendandi umvegis teldupost. Bíleggur tú ferðina minni enn 14 dagar fyri fráferðina, skal tú gera serliga avtalu um gjalding við tann, sum selur tær hana.

Tú fært bíleggingarváttan sendandi, tá tú hevur goldið depositum, og endaligan ferðaseðil, tá tú hevur goldið restgjaldið ella alt gjaldið í einum.

Gev gætur, at heldur tú ikki gjaldstreytirnar ella –freistirnar, kunnu vit móti okkara vilja gerast noydd at ógilda bílegging tína uttan serliga ávaring.

treytir

GENERELLAR ÁSETINGAR
OG TREYTIR – trýst á skjalið omanfyri