Sólorka

- alt í einum føroyskum pakka



Sólorka býður øllum føroyingum – ungum sum eldri – á vitjan á ein sera einfaldan hátt – sjálvt uttan fyri rokmiklastu háárstíðina. Vit hava okkara egna flogsamband beinleiðis millum Vágar og Alicante, og vit taka sjálv ímóti okkara gestum her. Í grundpakka okkara bjóða vit

  • beinleiðis flúgving millum Vágar og Alicante *) – og busskoyring til Sólorku

  • gisting í dupultkamari undir fólksligum og hugnaligum umstøðum (eykagjald fyri einakamar)

  • fulla matarskrá: morgundrekka, miðmála og døgurða um kvøldið

  • føroyskar vertir, føroyska reseptión á Vaglinum í grannalagnum hvønn dag klokkan 18, føroyskan og spanskan kvøldarhugna og undirhald og

  • uttandura og innandura svimjihyljar og egið vatnland (soleiðis sum tað hóskar eftir árstíðini), venjingarrúm, jacuzzi, hitarúm, finskt bað, borðtennis, alskyns spøl og ítrív o.a.m.

  • møguleika fyri massasju fyri eykagjald

*) Atlantic Airways røkir flúgvingina fyri Sólorku

Grannalagið í

Sólini


Bert eittans fet úr Føroyum – sum er beinleiðis flúgving okkara til og úr Alicante – finna tit føroyska grannalagið í sólini. Tað er í sponsku Alteavíkini á Costa Blanca, sum hevur heilsubesta mikroveðurlagið í heiminum (WHO). Sólorka hevur gott og stabilt veður alt árið. Dagarnir við avfalli eru fáir, og her gerst ongantíð av álvara kalt. Costa Blanca er harafturat bíligasta ferðavinnumálið í øllum Suðureuropa.

Hetta er tí eitt vælegnað stað hjá føroyingum at leita sær heilsubót og at íðka ítrótt og aðrar uttanduraaktivitetir alt árið – ella bara at taka sær av løttum. Grannalagið hevur føroyskar vertir og hjálparfólk ☺